Verso 1: Eg gleðist so hvørt jólakvøld, tí Jesus føddist tá, tá lýsti stjørnan sum ein sól, lag sungu einglar tá. Verso 2: Og lítla barn í Betlehem, tað var ein kongur bold’, sum kom av høgu himnaborg á hesa neyðar fold. Verso 3: Nú hann í himmiríki býr, tí hann Guds Sonur er; men altíð hoyrir hann hvønn tann, í bøn til hansar’ fer. Verso 4: Eg gleðist so hvørt jólakvøld, vit syngja honum prís, tá øllum smáum opnar hann sítt sæla paradís. Verso 5: Og móðir tendrar tá øll ljós, tey skína í hvønn krók, tí út um heimin, sigur hon, at lýsa stjørnan tók. Verso 6: Hon sigur, stjørnan lýsir enn og aldri slókna kann, og um hon lýsti mær á veg, tá heim til Guds eg fann. Verso 7: Hon sigur, at hitt einglaljóð tað ljóðar enn í dag um frið og gleði her á jørð og um Guds hjartalag. Verso 8: O, gævi eg kundi sungið so, tá gleddist Jesu lund; tí eg við varð Guds kæra barn á halgu skírnarstund. Verso 9: Eg gleði meg hvørt jólakvøld um Harran Jesus Krist. At hann av sonnum elskar meg, tað veit eg fult og vist.